Ítróttur

Kyndil vann 27-25 á H71

...

2014-02-23 15:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dysturin í Havn í gjárkvøldið millum Kyndil og Neistan gjørdist spennandi og javnur. Kappingin var um 4. og 5. pláss í AA-deildini og somuleiðis um møguleikan at røkka finaluplássinum. Undan dystinum hevði H71 16 stig á 4. plássi og Kyndil 15 stig á 5. plássi.

H71 byrjaði betri, men tað var skjótt at Kyndil tók leiðsluna og kundu fara til hálvleik við leiðsluni 16-15. 

Í seinna hálvleiki rann Kyndil frá H71, Kyndil fekk 4 mál teir fyrstu 4 minuttirnar í seinna hálvleiki ímeðan H71 einki mál fekk - støðan 20-15, men H71 gavst ikki so, teir komu uppá 20-19 og eisini 24-24 tá ið 5 minuttir vóru eftir at leika, men teir seinastu minuttirnar fekk Kyndil 3 mál og H71 1, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 27-25 til Kyndil.

Kyndil hevur nú 17 stig og hevur koppað H71 av 4. plássi, H71 hevur 16 stig og er nú nr. 5 í Atlantic Airways-kappingini.

Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Mladen Mjerimaka, Andrias Sólsker, Julian Johansen 4, Josef Abrahamsen, Oyvind Lutzen, Høgni Klein Olsen 6, David Edvardsen 7, Hans Áki D. Christiansen, Hjalti Bachmann, Ludvík Sunason, Bárður Johannesen 1, Finnur Hansson 5, Bjarni Sørensen 1 og Hørður F. Sigtórsson 3.

H71: Ári Dam, Tóraldur Kollsker, Hans Kári Hansen 2, Høgni Olafsson, Rúni Højgaard 5, Bogi G. Davidsen 5, Esbern Patursson 2, Birgir Poulsen 1, Jónas Djurhuus 2, Bogdan Florea, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nølsø 2, Hallur Biskopstøð 1, Andor Sivertsen, Tróndur Arge 3 og Djóni Højgaard.

Støður:

5. min. 2-4

10. min. 7-6

15. min. 9-9

20. min. 12-9

25. min. 15-13

30. min. 16-15

35. min. 20-15

40. min. 20-19

45. min. 22-20

50. min. 23-21

55. min. 24-24

60. min. 27-25

Dómarar: Heri Petersen og Gert Hansen

Áskoðarar: 200

Tveir dystir verða í AA-deildini í dag:

23.02.2014 16.00Høllin í VestmannaA160VÍFTeam Klaksvík
23.02.2014 16.00Høllin á HálsiA159NeistinKÍF

Í Elektrondeildini verða eisini tveir dystir í dag:

23.02.2014 14.30Høllin í VestmannaD144VÍFVB
23.02.2014 14.30Høllin á HálsiD143NeistinStjørnan
Støðan í Atlantic Airways-deildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1KÍF164673927523
2VÍF175154595622
3StÍF17457467-1018
4Kyndil17439447-817
5H71174524401216
6Neistin16425454-2914
7Team Klaksvík16421517-966

Støðan í Elektron-deildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil153512757623
2VÍF143803057522
3Neistin143453341115
4VB133403271314
5StÍF14296381-857
6Stjørnan14285375-903

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder