Ítróttur

Kyndil sett venjaratoymi til mansliðið

...

2015-04-10 17:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bárður Johannesen og Julian Johansen verða høvuðsvenjarar hjá 1. mansliði hjá Kyndli næsta kappingarár, og Kristian Martin Joensen, fyrrverandi venjari í svimjing, triathlon og kappróðri, verður kropsligur servenjari hjá hópinum og hvørjum spælara sær, tað skrivar kyndil.fo.


Kyndilsliðið í bestu mansdeildini hevur tikið seg støðugt fram seinnu árini og vann m.a. steypakappingina í 2014 og fekk bronsumerkir í landskappingini í ár. Hesi menningini stóðu Hjalmar Klein Olsen, Geir Wardum og Finnur Hansson við hepnari hond á odda fyri.

Nýggja venjaratoymið hjá kyndilsmonnum fær til uppgávu at byggja á ta menning, sum teir tríggir hava framt, so kyndilsmenn kappingarárið 2015/2016 koma aftur í finalur. Menningin skal fremjast bæði kollektivt og individuelt í tí evnaríka hópinum.

Royndir og dugnasemi 
Bárður Johannesen og Julian Johansen verða høvuðsvenjarar. Bárður var fyri trimum árum síðan í venjaratoyminum hjá kyndilsmonnum, er í løtuni hjálparvenjari hjá kvinnuliga U17-landsliðnum og var sum spælari ein tann drúgvasti stríðsmaðurin í føroyskum hondbólti yvirhøvur.

Julian Johansen hevur farnu árini spælt við besta mansliðnum og í næstan 10 ár vant ungdómslið hjá Kyndli. Eisini hevur hann vant ÍF Føroyar, besta kvinnuliðið hjá Neistanum og tók eitt avgerandi tak við kvinnuliðnum hjá Kyndli í seinnu hálvfinaluni í Vági í ár, har Kyndil var omaná.

Julian er einans 25 ára gamal, men hevur longu víst so góð evnir sum venjari, at fýra feløg hava ligið framvið at ogna sær hann sum venjara næsta kappingarár. Men úr Kyndli fer hann ikki. Hann verður fluttur fram frá spælara til venjara saman við Bárði á mansliðnum.

Kristian Martin servenjari 
Aftrat teimum báðum hevur Kyndil sett Kristian Martin Joensen sum kropsligan servenjara hjá mansliðnum. Kristian Martin hevur verið høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag, knýttur at svimjilandsliðnum, vant bróðirin, Gudmund Joensen, í triathlon og vant m.a. Argjabátin.

Kristian Martin er útbúgvin diplomvenjari í ítrótti hjá Dansk Idrætsforbund. ??tbúgvingin snúði seg um alt, sum ymsu ítróttagreinirnar hava til felags ástøðiliga og í verki, m.a. innan leiðslu, anatomi, styrkivenjing, teknikkmenning og mentalitet.

Nýggja venjaratoymið hevur á fundi avtalað, hvussu farið verður til verka, og málið er greitt: Kyndil skal í finalur næsta kappingarár, og so nógvir kyndilsmenn sum gjørligt skulu sum frálíður á a-landsliðið, sum ætlandi fer til verka aftur í næstum.

Kelda: kyndil.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder