Ítróttur

Kyndil liggur fremst í Hvonndeildini

...

2017-03-22 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Kyndil tók í kvøld ímóti Stjørnuni í Hvonndeildini. Liðini byrjaðu varliga, tá ið 5 minuttir vóru leiktir var støðan 1-1 og tá ið 8 minuttir vóru leiktir var støðan 3-3, men so dróg Kyndil eitt sindur frá, hálvleiksstøðan var 16-11 til Kyndil.

Tá ið 35 minuttir vóru leiktir førdi Kyndil 20-14 og nú sá út til ein tryggan sigur til Kyndil, Kyndil dróg meira frá - í 24. minutti var støðan 29-19, men teir seinastu minuttirnar gjørdi Stjørnan ein vørr og fekk 6 mál ímeðan Kyndil einki fekk - endaliga støðan gjørdist sostatt 29-25 til Kyndil.

Kyndil hevur nú 30 stig fyri 18 dystir og liggur 2 stig frammanfyri Neistan, sum tó hevur leikt tveir dystir minni enn Kyndil. Stjørnan liggur næstaftast við 6 stigum fyri 17 dystir.

Kyndil: Maja Dragohjybevic, Anja Eliasen 1, Bára K. Hansen 3, Asleyg Súnadóttir 4, Gudrun Rstorff 3, Anna A. Brimnes 10, Birita Mortansdóttir 3, Tomma Petersen, Lea Djurhuus, Helena á Krákusteini, Eyðleyg Súnadóttir og Turid Arge 3.

Stjørnan: Maibritt Sivertsen, Jansy Jacobsen 4, Hanna Brandal, Ella Petersen 3, Sonja Lava Sirdal 1, Judith Dam Jacobsen 2, Jónvá B. Nielsen 3, Paula Leivsgarð 1, Kristina Poulsen 1, Tóra Eliasen 6, Hervør Hansdóttir 2 og Una Váðklett 2.

Støður:

5. min. 1-1

10 min. 5-3

15. min. 8-4

20. min. 9-6

25. min. 12-8

30. min. 16-11

35. min. 20-14

40. min. 23-18

45. min. 25-18

50. min. 26-18

55. min. 29-19

60. min. 29-25

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Hesir dystir eru eftir at leika:

25.03.2017 15.00Høllin í VágiD151VBStÍF
26.03.2017 14.30Høllin á HálsiD150NeistinVÍF
29.03.2017 18.30Høllin í VestmannaD152VÍFStÍF
30.03.2017 18.30Høllin á HálsiD153NeistinStjørnan
02.04.2017 14.30Høllin í VestmannaD155VÍFVB
02.04.2017 14.30Høllin á HálsiD154KyndilStÍF
04.04.2017 19.00KÍ-HøllinD156StjørnanVÍF
09.04.2017 15.00Høllin í VágiD157VBNeistin
15.04.2017 14.30Ítróttarhøllin á SkálaD158StÍFNeistin
15.04.2017 14.30Høllin í VágiD159VBStjørnan
15.04.2017 14.30Høllin í VestmannaD160VÍFKyndil


Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil184593768330
2Neistin164223239928
3VB16425438-1317
4VÍF15379387-813
5Stjørnan17368459-916
6StÍF16310380-704

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder