2017-04-15 20:00
Seinasta umfar í FTZ-deildini var leikt í dag, 3 dystir hava verið.
Undan hesum umfarinum lá KÍF til at fáa bronsuna, men eftir dagsins umfar vann Kyndil bronsuna.
Í Vestmanna tók VÍF móti Kyndli, Kyndil vann dystin 34-26 eftir hálvleiksstøðuna 10-18.
Í Kollafirði tók KÍF móti H71, og vann H71 dystin 24-20 eftir hálvleiksstøðuna 8-13 til H71.
Á Skála hevur eisini ein dystur verið, har tók StÍF móti Neistanum, StÍF vann dystin 30-22 eftir hálvleiksstøðuna 15-14.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald