Ítróttur

Kyndil er Føroyameistari hjá kvinnum

...

2017-04-22 20:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir at Kyndil vann fyrra finaludystin mikukvøldið við 26-22, so var lagt upp til ein spennandi dyst í seinna finaludystinum í kvøld, millum Kyndil og Neistan.

Dysturin gjørdist eisini sera spennandi til seinasta sekund, liðini skiftust um at liggja omaná - tá ið trý sekund vóru eftir fekk Neistin fríkast - støðan var tá 17-17 og um Neistin fekk mál, so skuldi 3. finaludysturin leikast í morgin. Fríkastið tók Brynja, hon spældi til Marjun Danberg, men málmaðurin hjá Kyndli - Maja - tók skotið frá Marjun - og so var Kyndil Føroyameistari við at fáa 3 stig ímeðan Neistin fekk 1 stig.

Vit á JN.fo ynskja Kyndil tillukku við greipuni í 2017.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder