2015-11-15 21:05
Miðnámsskúlin á Kambsdali bjóðar til kvøldsetu 17. novembur kl. 19:00.
Á skránni verður m.a. tónleikur, ferðafrásøgnir, leiklist, kórsangur og mangt annað.
Fyrr í ár vórðu Studentaskúlin og Handilsskúlin lagdir saman til ein skúla, ið fekk navnið Miðnámsskúlin á Kambsdali.
Kvøldsetan týskvøldið er fyrsta almenna tiltakið, ið skúlin skipar fyri.
- Kunning um samanleggingina verður eisini á skránni týskvøldið.
Kvøldsetan er fyri øll, ið hava hug at fara út til eina hugnaliga løtu eitt týskvøld í Novembur."""
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald