B36 og AB hava tikið upp samstarv um lið í bestu kvinnudeildini. Fyribils er samstarvið galdandi hetta kappingarárið
Í eina tíð hevur verð greitt, at tað fór at verða nakað tunligt við manning til besta kvinnuliðið hjá B36 í ár. Sama skilið hevur verið á Argjum, har kvinnurnar annars hava amast móti oddinum í skjótt fleiri ár.
Ivaleyst kundu feløgini hvør í sínum lagi so dánt mannað hvør sítt kvinnulið, men fyri at fáa eitt gott lið, har tað er nóg mikið av spælarum at taka av, hava feløgini bæði gjørt av at samstarva um lið í bestu kvinnudeildini.
Fyribils er avtalan galdandi hetta kappingarárið, og verður tað Alexandar Djordjevic, sum fer at standa á odda fyri liðnum. Alexandar hevur í fleiri ár verið venjari hjá mest sum einaráðandi liðnum hjá KÍ.
Fyrsta venjingin hjá felagsliðnum er í kvøld á Argjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald