Tað gjørdist Fleyr kvinnurnar, sum tóku fyrsta stikkið í kvinnufinaluni í flogbólti í dag, tá tær vunnu 3-1 á Drátti.
Fyrsta settið gjørdist tað mest spennandi, tí liðini fylgdust meginpartin av settinum, men móti endanum dróg Fleyr frá, og vann settið 25-20.
Næsta settið kom Fleyr á odda 8-0, áðrenn Dráttur kom stigatalvuna, men Fleyr-liðið helt stiman allan vegin, og vann settið 25 ??? 10.
Men í 3. setti stóð tað Dráttur á øllum bóltunum, og vann Dráttur hetta settið uppiborið 25-13.
4. settið var aftur uppvísing av Fleyr, sum vann heili 25-13, uttan at Dráttur megnaði at svara aftur.
Fleyr hevur sostatt vunnið fyrsta dystin 3-1, og harvið eitt bein í FM-heiðurmerkjunum.
Kravið til Drátt er nú at tær vinna dystin leygardagin, um steypið ikki skal fara til Havnar, tað skrivar FBF.
Fleiri myndir eru á portal.fo HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald