HSF skrivar:
Avtala er gjørd við Stórabretland um at kvinnulandsliðini hjá londunum spæla vinadystir 28. og 29. november 2015 í Føroyum.
Dystirnir vera báðir í Klaksvík. Dystirnir eru liðir í arbeiðinum hjá HSF at hava regluligt landsliðsvirksemi. Og samstundis er tað fyrireiking til næstu stóru undankappingina, sum føroysku kvinnurnar skulu til. Nærri kunning um tað kemur seinni
Landsliðsvenjararnir, Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin hava úttikið ein hóp til dystirnar. Leikararnir eru hesir:
Fríða Petersen, Neistin
Ása Dam á Neystabø, Neistin
Marjun Falkvard Danberg, Neistin
Eir Martinsdóttir Berg, Neistin
Birita Jacobsen, Neistin
Brynja Høj, Neistin
Anna Armgarðardóttir Brimnes, Kyndil
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Agnas Olsen, VÍF
Liljan Djurhuus, VÍF
Eilin Súsanna Hansen, VÍF
Marianna Holm Jacobsen, VÍF
Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, VB
Bára Berthelsen, StÍF
Fríðrún Danielsen, StÍF
Rebekka Justinussen, StÍF
Ruth Mohr Heen, CIK Amager
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald