Ítróttur

Kvinnulandsliðið byrjar fríggjadagin EBS/Skála fær 10 av 29 við

...

2016-02-23 02:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Clementsen, hevur sent boð eftir 29 spælarum til venjing á Tórsvølli fríggjadagin klokkan 18:00. Áðrenn venjingina verður kunnandi fundur í gamla FSF-húsinum fyri føroysku kvinnuvenjarunum.

Virksemið hjá føroyska A-landsliðið við kvinnum, ið ikki hevur spælt dyst síðani apríl mánaða í fjør, tá liðið var til EM undan undankapping á Malta, fer nú í gongd aftur.

Kvinnulandsliðið hevur tvær uppgávur í 2016. Í august er Baltic Cup á skránni, har mótstøðuliðini vera Estland, Lettland og Litava, og í november skal føroyska liðið spæla tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemburg.

Pætur Clementsen er settur sum venjari, og til venjing á Tórsvølli komandi fríggjadag klokkan 18:00 hevur nýggi venjarin sent boð eftir 29 spælarum.

Tær, ið eru boðsendar til landsliðsvenjing, eru hesar:
Jonna Niclasen, Brynhild Haraldsen, Ásla Johannesen og Elisabeth Vang, B36.

Anna S. Hansen, Rakul V. Magnussen, Sigrun K. Kristiansen, Fríðrún Olsen, Birna Tummasardóttir, Íðunn E. Magnussen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm, Durita Hummeland og Kára Djurhuus, EBS/Skála.

Jónvá Hentze, Lív Arge, Milja R. Simonsen, Liljan av Fløtum Petersen, Elin M. Isaksen og Valgerð Andreasen, HB.

Rannvá B. Andreasen, Malena Josephsen, Sigrid Jacobsen, Maria Thomsen og Gudný Johannessen, KÍ.

Bjørt Holm, Sigrid Petersen, Kára Jarnskor og Jens Olsen, ÍF/Víkingur.


Áðrenn venjingina, ið sum kunnugt er sett at byrja klokkan 18:00, fer Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari, at hava kunnundi fund fyri føroysku kvinnuvenjarunum.

Á fundinum, ið verður í gamla FSF-húsinum klokkan 17:30, fer Pætur at kunna um virksemið hjá gentu- og kvinnulandsliðunum í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder