Ítróttur

Kvinnuhondbóltur: VÍF hevur eitt spennandi lið

...

2015-09-20 19:00 Author image
placeholder

VÍF-kvinnurnar hava eit spennandi lið til hettar kappingarárið, fleiri góðir spælarar eru komnir í hópin, men eisini er onkur ikki við, sum var við í fjør.

Vit hava sett VÍF-venjaranum - Geir Wardum - nakrar spurningar, nú kappingin byrjar.

VÍF skal í dag leika á Skála ímóti StÍF.


Hvat vænta tit av kappingarárinum?

Eg vænti eina spennandi og javna kapping, har tað tað verður tætt ímillum tey fýra ovastu liðini.

Hvat er tykkara mál?

Okkara mál er at verða við har tað er stuttligast, so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur.

Hvat er tykkara besta vápn?

Kontraðin við góðum og skjótum spæli, men vit arbeiða við at fáa tað definsiva at rigga betur í ár, og so hava vit tveir sera góðar málmenn.

Hvørji lið vænta tit fara, at kappast um FM-heitið?

Vit, Kyndil, Neistin og VB

Hvussu sær tykkara hópur út?

Vit hava mist málverjan Steinbjartu Marnersdóttir, sum er farin til Danmarkar, og so Tóra Seloy ið er við barn.

Fleiri leikarar eru eisini komnir til VÍF - Marianna Holm Jacobsen bakspælari frá Skanderborg, Kathe Dahl strikuspælari frá Aalbog HK, málverjan Kristina Griksaite frá Søljuni og so Durita C Jojic sum fer, at byrja aftur frá barnsbuðri, tó er hon ikki byrja enn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder