2013-09-20 13:37
Tíðindaskriv frá Elektron:
Hondbóltssamband
Føroya (HSF) og Elektron hava undirskrivað samstarvsavtalu, sum í
høvuðsheitum merkir, at Elektron verður høvuðsstuðul hjá fremstu
kvinnudeildini, ið framyvir fer at eita Elektron deildin.
HSF
og flestu føroysku feløgini hava seinastu árini verið í miðvísari
menning. Eitt nú eru U8 kappingar settar á stovn, sum hevur økt nógv um
tilgongdina av leikarum. HSF hevur brotið upp úr nýggjum við at seta á
stovn føroyska venjaraútbúgving, og skipar eisini komandi mánaðirnar
fyri talentvenjingum fyri ungdómslið ??? nakað sum framyvir fer at geva
ungum leikarum ítøkilig mál at stríðast fyri.
Tað
er okkara áskoðan, at um hondbólturin fær røttu umstøðurnar og heldur
HSF fram saman við feløgunum at menna serliga ungdómsarbeiðið, eru allar
fortreytir fyri, at støðið kann hækka munandi í heimligu kappingini -
og at føroyskur hondbóltur tí eisini kann skapa góð úrslit í altjóða
hondbóltshøpi.
Her hevur føroyskur
kvinnuhondbóltur onga orsøk at smæðast burtur, og er støðið í
kvinnukappingini eisini hækkað seinastu árini. Avbjóðingin at halda
ungdómi okkara at landinum er stór, og her hevur ítrótturin sín týðandi
leiklut. Ikki minst hevur tað alstóran týdning at lívga um
kvinnuhondbóltin, sum søguliga er ein hin fremsti kvinnuítrótturin í
Føroyum.
Við samstarvsavtaluni ynskja vit á
Elektron at vísa okkara viðurkenning av tí arbeiði, sum tit mongu úti í
feløgunum kring landið leggja fyri dagin, og at vit vilja geva HSF eitt
íkast til at halda fast við jaligu gongdini.
Við
nýggju Elektron deildini fara vit at ynskja øllum kvinnum, monnum og
ikki minst ??? okkara ungdómi ??? eitt gott og mennandi kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald