Mentan

Kvinna hátíðarheldur sín 10 ára føðingardag

...

2014-10-03 13:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað eru longu 10 ár síðani at fyrsta Kvinna bleiv avdúkað á pressufundi í Listaskálanum. Síðani hava 76 útgávur sæð dagsins ljós og í hvørjari útgávu greiða føroyskar kvinnur frá teirra royndum, vitan og dreymum. Fari verður í dýpdina við einum evni, mangan tabuevnum, so sum happing, siðamisbroti, sálarsjúku, samkyndum, neyðtøku o.a., ið mangan hava skapað kjak kring landið. ???Tá ið Kvinna á fyrsta sinni kom út, vóru tað fleiri, ið ynsktu at vera dulnevndar, men er tað langt ímillum tær í dag???, greiðir Siri Sørensen, blaðstjóri á Kvinnu, frá. ???Kvinna hevur, sum tað fyrsta og einasta kvinnublað í Føroyum, sostatt verið við til at gera føroysku kvinnuna sjónliga, við at kvinnur nú hava ein pall, har tær koma til orðana - skrivað í kvennkynsformi.??? Kvinna hevur hetta tíðarskeiðið havt fleiri enn 600 kvinnur við í blaðnum, ið hava greitt fr�� teirra lívi, vitan ella prýtt mótasíðurnar. Yvir 100 fríyrkisfólk hava skrivað greinar, gjørt dagdvøljur, mat, býlið o.a. Eisini hava fleiri enn 100 lýsarar verið við, og eru tað nakrir, ið hava verið við frá byrjan. Føroyska kvinnan hevur eisini tikið væl ímóti Kvinnu. Heili 80 % av kvinnum lesa Kvinnu, og hevur Kvinna merkt framgongd seinastu tvey árini.

???10 ára føðingardagurin hjá Kvinnu skal sjálvandi feirast við einum braki!???, sigur Siri Sørensen. Kvinna fer nevnliga at hátíðarhalda 10 ára dagin við einum rimmar føðingardagsshowið í Norðurlandahúsinum leygardagin4.oktobervið eini stjørnufyltari skrá, leskiligum munnbitum frá nýggu kaféini SMAKKA og síðani afterparty í Luux. ???Hetta er møguleikin hjá Kvinnu, saman við lesarum, lýsarum og fríyrkisfólkum, at hátíðarhalda tey 10 árini saman og somuleiðis at takka fyri góða undirtøku og gott samstarv.??? Afturat blaðnum Kvinna er heimasíðan kvinna.fo, Kvinnurenningin, ið hevur stóra undirtøku á hvørjum ári, og ymisk tiltøk so sum lesiringur, filmssýningar o.a. ???Kvinna er heilt víst ein sólskinssøga um eitt lítið blað um og til føroysku kvinnuna, og vóru fleiri í iva um Kvinna fór at bera seg, tí Føroyar eru so smáar og kvinnurnar so fáar. Men Kvinna hevur víst, at føroysku kvinnurnar eru eins áhugaverdar og vælvitandi, sum kvinnurnar í londunum kring okkum, og eru tað enn nógvar áhugaverdar kvinnur, ið mangla at koma til orðanna???, sigur Siri Sørensen at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder