2015-11-12 13:12
Línubáturin Kvikk hevur gjørt ein góðan túr við Ísland, teir komu á Klaksvík í nátt við uml. 150.000 pundum, sum teir landa á Kósini.
JN.fo tosaði umborð í gjárkvøldið, teir hava roynt í 12½ døgn, teir byrjaðu fiskiskapin vestanfyri, men fluttu, sum túrurin leið eysturyvir.
Tað hava verið 14 mans við Kvikk hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald