2017-10-22 20:02
Skipanin við einum valdømi riggar ikki, heldur formaðurin í Fólkaflokkinum.
Jørgen Niclasen er nú farin at kanna, um tað er undirtøka í Løgtingum fyri at broyta valskipanina.
Mikudagin 25. oktober eru 10 ár liðin, síðan løgtingið samtykti eina valdømi.
Fyri 10 árum síðan var hann ein av teimum 13, sum atkvøddu ímóti einum valdømi.
Og Jørgen Niclasen hevði atkvøtt tað sama í dag.
- Tað hevði eg. Og eg vil fara so langt, at eg umhugsi av álvara at leggja uppskot fram um at fara aftur til sjey valdømi ella eina aðra skipan. Tí skipanin við einum valdømi er ikki betur, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald