JN

KVF: Sinnopsgassið mundi tikið lívið av John

...

2015-04-23 00:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF - vegamótið:

- Eitt var spýggjan og bløðrurnar, men tá sjónin versnaði, bleiv eg bangin. Tað sigur John Myllhamar, ið upplivdi lagnutúrin við Heldarstindi í 1984Tann 22. mars í 1984 bleiv ein lagnudagur fyri John Myllhamar og restina av manningini umborð á Heldarstindi. Skipið var farið eystur á fiskileið í russiskan sjógv, tá ein bumba við sinnopsgassi kom í trolið.

??ll manningin, ið tilsamans taldi sjey mans, bleiv álvarsliga sjúk av sinnopsgassinum.

- Vit merktu fyrst ein heilt serligan lukt, sum breiddi seg um alt skipið. Síðani blivu vit trongir, vit spýðu, og tað bleiv verri og verri at anda. Eisini fingu vit bløðrur um allan kroppin, fortelur John Myllhamar.
Men tað ringasta var, tá sjónin byrjaði at vikna.

- Tað sveið ómetaliga illa í eygunum, tey gjørdust reyð og hovin, og tað var næstan ógjørligt at hyggja. Tá bleiv eg bangin, minnist John Myllhamar.

Tímarnir umborð á Heldarstindi, áðrenn læknahjálp kom fram, kendust sera drúgvir.

- Eg minnist, tá vit stóðu uppi á brúnni og bíðaðu eftir, at tyrlan skuldi koma við læknahjálp. Vit vóru allir sera illa fyri og tað tóktist, sum tíðin stóð í stað, sigur John Myllhamar.

Í Vegamótinum greiðir hann millum annað frá upplivingini, sum fóru fram fyri 31 árum síðani, og hvussu hann enn tann dag í dag er ávirkaður av hendingini.

Hoyr sendingina HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder