2015-01-04 19:08
KVF: Aftur í nátt var eldur í einum húsum. Hesuferð vóru tað eini hús við Íslandsvegin, sum eldur kom í.
Klokkan 12 minuttir í hálvgum fimm varð boðað frá eldi í einum húsum við Íslandsvegin.Eitt fólk, sum gekk framvið, sá loga koma úr einum vindeyga og boðaði frá.
Í húsunum eru nakrar íbúðir, og har býr tí nógv fólk. Nøkur svóvu, men tað eydnaðist at fáa øll út í øllum góðum, upplýsir politiið.
Húsini fingu skaða, men hvussu stórur hann er, er ikki greitt enn, tað skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald