Ítróttur

Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin og KT-fyritøka E7 hava gjørt stuðulsavtalu

...

2016-02-20 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggjasta kurvabóltsfelagið í Føroyum, Sporðdrekin og vaksandi KT-fyritøkan E7, hava undirskrivað avtalu, ið hevur við sær, at E7 verður høvuðsstuðul hjá Sporðdrekanum verandi og komandi kappingarár.

Áhugin fyri kurvabólti her heima hevur veruliga tikið dyk á seg síðstu tíðina og hetta merkist væl hjá Sporðdrekanum. Fyrispurningar og nýggir leikarar leggjast aftrat í heilum. Sum nú er, hevur Sporðdrekin bert tað eina mansliðið, men komandi kappingarár er væl hugsandi, at Sporðdrekin fer at royna at mannað lið í yngri deild og eisini eitt kvinnulið.

Kenneth á Argjaboða hjá Sporðdrekanum, er sera glaður fyri hesa avtaluna. Við hesari avtaluni, fáa vit møguleika at útvega okkum útstýr, ið krevst fyri at kunna spæla kurvabólt. Avtalan við E7, gevur okkum møguleika at betra um umstøðurnar hjá okkara íðkandi, ið er tað týdningarmesta fyri okkum.

E7 eru glaðir um at stuðla einari ítrott í blomstrandi menning. E7 fyritøkan veksur alsamt og tí metir Jesper D. Christoffersen stjóri, at stuðla Sporðdrekanum er ein nattúrligur máti, at geva lokal ítróttinum eina hjálpandi hond. Kurvabóltur er ein ítróttargrein í menning, og tað ger tað meira áhugavert at stuðla.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder