Fríhandilssáttmáli við Turkaland hevur verið ávegis í nógv ár. Undanfarna samgonga arbeiddi við sáttmálanum og hendan tók yvir. Kaj Leo Holm Johannesen skrivaði undir sáttmálan og Poul Michelsen legði hann fyri Løgtingið.
???Soleiðis hevur tað verið greitt fyri øllum í politiska landslagnum, at sáttmálin var á veg, og at miðfyrisitingin hevur brúkt nógva tíð og orku at fáa hendan frá hondini. Eisini fjølmiðlarnir gjørdu nógv burturúr, tá ið Kaj Leo Holm Johannessen var í Ankara og undirskrivaði sáttmálan í 2014! Tað kann tí undra, at Miðflokkurin nú í tólvta tíma reagerar og atkvøður ímóti sáttmálanum, og sigur seg enntá onki hava vitað um, at hesin sáttmálin var á veg!
Nú siga teir, at Erdogan er trupulleikin.
Jú, Erdogan er eitt bølmenni. Ongin ivi um tað. Men Erdogan er ikki nýggjur í politikki í Turkalandi. Hann var forsætisráðharri frá 2003 til 2014, og hevur verið forseti síðani. Tvs øll árini meðan undanfarna samgonga - íroknað Miðflokkin - arbeiddi við at fáa sáttmálan í hús var hann í fremstu røð í turkiskum politikki.. Men tá hoyrdist onki frá hesum, sum nú siga seg verða ímóti sáttmálanum.
Er nakar konsekvensur í grundgevingini, sum sigur, at man ikki vil gera sáttmála við land, sum brýtur mannarættindi so ógvusliga; so eiga vit eisini at kvetta teir sáttmálar og tey samstørv við allar kundar úti í verðini, har leiðararnir bróta mannarættindini.
Men so er ikki.
Sum dømi er økta samstarvið við Russland, sum íkom, tí Russland breyt mannarættindini so ógvusliga í Ukreine. Tá valdi ES at seta tiltøk í verk og boykotta Russland. Meðan Føroyar valdu at økja um samstarvið við Russland, sum varð boykottað av Europa, tí Russland legði sektina á mannarættindi.
Onkur vil halda, at ES hevði gott av, at vit spældu teimum eitt puss, afturfyri at tey høvdu boykottað Føroyar stutt frammanundan. Men fólkið í Ukreine, leið somu líðing sum fólkið í Turkalandi. Bara av hvør sínum einaræðisharra. Putin og Erdogan.
Skulu Føroyar boykotta ella nokta at samstarva við land, sum brýtur mannarættindi, so nyttar onki, at vit gera tað einsamøll. Slík stig eiga vit at gera í felag við okkara grannalond ella við restina av Europa.
Um vit boykotta Turkaland, Kina ella Russland ella okkurt heilt annað land, sum brýtur mannarættindi, so nyttar onki at vit gera tað einsamøll. Har noyðast vit at fylgja øðrum í vesturheiminum.
Eitt boykott skal merkjast. Eitt land við 80 mió íbúgvum merkir ikki sviðan av, um Føroyar einsamallar ikki vilja samstarva við tey um ein fríhandilssáttmála.
Annita á Fríðriksmørk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald