Vinna

Kunnu ikki brúka skipið

...

2016-06-17 16:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

KVF: Fiskivinnumyndugleikarnir eru ikki lidnir at kanna, hvør eigur Norðhavið, sum fyrr kallaðist Atlantsfarið. Tí sleppur Havstovan ikki at leiga Norðhavið til at gera royndir eftir uppsjóvarfiski.

Sambært Sosialinum var besta boðið, sum Havstovan fekk, tá hon søkti eftir skipi at gera royndir, frá reiðarínum hjá Norðhavi.

Hevur ikki veiðiloyvi

Gjaldið fyri at gera kanningarnar fyri Havstovuna er makrelkvota. Men tá Norðhavið ikki hevur veiðiloyvi, kann skipið heldur ikki fáa fiskiloyvi at fiska tað, sum skipið fær frá Havstovuni, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder