Kunnu føroysk børn verða víst av landinum?
Hvussu tryggja vit rættindini hjá børnum, har annað av foreldrunum er føroyingur og hitt er útlendingur? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Johan Dahl, landsstýrismann at svara.
Kann tann støðan íkoma, at ein útlendingur, sum hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, verður sendur av landinum, um føroyski makin doyr? Tann spurningin fer Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, at seta Johan Dahl, landsstýrismanni, á tingfundinum komandi mikudag.
Helgi Abrahamsen vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá hvat hendir við børnum, sum ein føroyingur og ein útlendingur eiga saman, um føroyingurin doyr. ???kann ein avleiðing tá verða, at børnini verða send av landinum???? spyr hann.
Helgi Abrahamsen vísir til grein 19 í útlendingalógini, har tað stendur, at eitt tíðaravmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum kann verða tikið aftur um grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum ikki longur er til staðar. Hann vísir í tí sambandinum á, at ein av orsøkunum sum ofta liggur til grund fyri, at útlendingar fáa uppihaldsloyvi er familjusameining. ???Um vit ímynda okkum eina støðu, har ein fastbúgvandi føroyingur verður giftur við útlendingi, og tey fáa børn saman, men so doyr føroyingurin, kunnu vit tá siga, at grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum (sum var familjusameining) ikki longur til staðar, og at útlendski makin tí kann verða sendur av landinum???? Helgi Abrahamsen vísir á, at um so er, so eru børnini í eini sera ringari støðu.
???Hetta má sigast at vera steinur omaná byrðu hjá børnum, sum fyrst hava mist annað av foreldrunum, og síðani verða send til eitt land, har tey kanska hvørki kenna mál ella mentan,??? sigur løgtingsmaðurin, sum spyr landsstýrismannin, um hann heldur eina slíka støðu vera nøktandi, og í øðrum lagið, hvat hann ætlar at gera við málið.
Helgi Abrahamsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald