Kunningarskriv!
Okkara valbólkur, Bjarni Hammer, Súsanna Bertholdsen, Kristina Roest og Bogi Johannesen, hava fundast við minnilutan í býráðnum, Kristin Michelsen, Anitu Vibergsdóttir og Alva Mortensen, um at velja nevndirnar hjá Tvøroyrar býráð av nýggjum á komandi býráðsfundi.
Minnilutin hevur í dag: Borgarstjóran, varaborgarstjóran og formannin í fíggjarnevndini. Umframt, at minnilutin varðveitir áður nevndu sessir, hevur núverandi meiriluti bjóðað minnilutanaum at fáa einnevndarsess afturat. Meirilutin tilskilar sær hereftir formanssessin í teim??? 4 nevndunum, sum eru eftir.
Minnilutin er tó ikki nøgdur við tilboð okkara; tey krevja 3 nevndarformenn, borgarstjóran og varaborgarstjóran. Hetta ber sjálvandi ikki til og kunnu vit sum meiriluti ikki góðtaka slík krøv, ið eru alt annað enn rættvís.
Tá nývalda býráðið varð skipað á fundi 29. november 2016, fingu javnaðarumboðini einki bjóðað. Vit hava sitið uttanfyri alla ávirkan og í veruligari andstøðu síðan valið.
Táverandi meiriluti valdi henda leistin. Núverandi meiriluti ynskir tó ikki at føra tílíkan politik. Vit vilja brúka allar tøkar kreftir, tí vit vilja tað besta fyri Tvøroyri.
Tí hava vit bjóðað minnilutanum at vera við.
Fýra sessir til minnilutan og 4 sessir til meirilutan.
Við vón um nýggjar og enn bjartari tíðir!
Vinaliga
Bjarni, Súsanna, Kristina og Bogi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald