Niðanfyri her er opið skriv, sum lýsa støðuna á Hvítanesi, eftir at Tunnilsfelagið hevði kunningarfund á Hvítanesi tann 3. mars 2016.
Skrivið er sent til løgtingslimir, stjórnarráðini, Tórshavnar Kommunu og fjølmiðlar.
Vinarliga
Staðbundnu limirnir í Hvítanesnevndini.
Bárður H. Joensen
Esmar A. Joensen
Christian A. Djurhuus
Skriv:
Hvítanes og Eysturoyartunnilin
Kunningarfundur um Eysturoyartunnilin var hildin í skúlanum á Hvítanesi 03. mars 2016.
Á kunningarfundinum vóru ætlanirnar við tunlinum lagdar fram, m.a. hvar tunnilsmunnin kemur upp
við Hvítanes, og hvar innkomuvegurin til tunnilin verður lagdur.
Borgararnir á Hvítanesi vóru sera harmir um innkomuvegin; serliga at hann liggur so tætt uppá
bygdina sum hann ger. Kunningarfundurin bleiv løgið nokk hildin 2 dagar eftir, at fyrstu maskinurnar
vóru byrjaðar at grava fyri vegnum.
Fyri mong var hetta fyrstu ferð, at nakað ítøkiligt var at hoyra um tunnilin, og serliga ta ávirkan
tunnilsmunnin hevur fyri Hvítanes. Eitt nú bleiv ført fram, at væntaða ferðslan um samdøgri verður á
leið 6.500 bilar.
Á fundinum kom eisini fram, at øll neyðug loyvi í hesum sambandinum longu eru givin, at jørðin er
uppkeypt til endamálið, og at arbeiði sostatt er væl ávegis.
Hvítanesfólk eru als ikki hoyrd í hesum málið, og tað er sera harmiligt.
Fyri Hvítanes hevur vegurin við sær fleiri neilig árin:
- Mist byggilendi, minni møguleika at vaksa um bygdina
- ??gvuliga sjónligan veg beint við bygdina
- Vandi fyri nógvum óljóðið av ferðslu
Tað skal tó gerast púra greitt, at hvítanesfólk á ongan hátt ynskja at steðga einum tunli til Eysturoy, tí
tað verður mett, at verða eina stak skilagóða samfelagslig íløga.
Hvítanesfólk fingu høvi at koma við viðmerkingum til, hvussu bygdin á besta hátt kann verjast fyri
árinunum av hesum vegi, sum ætlanin er at byggja. Hesar vóru viðmerkingarnar:
- At taka hædd fyri yvirflatuvatnið
- Doyva fyri óljóðið frá ferðslu (ivamál um volli á ½ metur er nokk)
- Hava íbinding til nýggja ringvegin klára, tá tunnil opnar (fyri at tálma ferðsluni framvið
Hvítanesi)
- Hæddin frá lendi til veg ov høg, vegur gerst øgiliga sjónligur
- Ikki fresa rumlistrípur í vegmiðju ella vegøksl (nógv óljóð)
Hesar viðmerkingar skulu tó takast í tí samanhangi, at størsta áhugamál borgaranna er at fáa vegin
fluttan longur burtur frá bygdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald