Ítróttur

Kunning um skipan av atgongd at fiska makrel í ES-sjógvi

...

2015-01-03 23:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vørn skal boða frá, at av teimum fiskiførum, sum fáa loyvi at fiska makrel í 2015, verður avgerðin um raðfylgjuna av teimum førum, sum hava søkt um loyvi at fiska ein part av kvotuni í ES-sjógvi, smbr. § 17, stk. 1, í makrelkunngerðini, tikin við lutakasti. Tó so hava nótaskipini, sum nú eru 6 í tali, framíhjárætt, smbr. § 17, stk. 2, og sleppa tey øll á listan, sum skal góðkennast av ES. 14 før kunnu vera á listanum í senn.

Avgerðin um lutakast er tikin, av tí at tað eru nógv fleiri umsóknir, enn tey 8 loyvini, sum kunnu veitast aftrat loyvunum til nótaskipini, smbr. § 17, stk. 2, sum uppfylla treytirnar smbr. § 17, stk. 1, og tí at Vørn ikki metir, at aðrar treytir lógliga kunnu setast, sum avmarka talið meiri enn kunngerðin ásetur, ella sum geva øðrum umsøkjarum enn nótaskipum framíhjárætt.

Umsøkjarar, sum Vørn metir lúka treytirnar, smbr. § 17, stk. 1, og sum hava søkt um atgongd, eru 37 í tali. Aðrar umsóknir skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 5. januar 2015 á midnátt.

Lutakastið verður týsdagin tann 6. januar 2015 kl. 14.00 á skrivstovuni hjá Vørn.

Skipini fáa loyvi, at gera ein túr í senn í ES sjógvi, eftir teirri raðfylgju, sum lutakastið gevur. Roknast kann við ávísari bíðitíð, tí ES skal góðkenna allar broytingar á listanum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder