2015-07-10 14:34
Í sambandi við kappróður á Vestanstevnu í Sandavági um vikuskifti, verða hesar avmarkingar fyri sigling á Sandavági fríggjadagin tann 10. juli og leygardagin tann 11. juli 2015:
Fastur startur verður lagdur út við Hyllingatanga. Eingin óviðkomandi sigling verður loyvd á kappróðrarøkinum frá fríggjakvøldinum kl. 1700 til leygarkvøldið kl. 1800.
Um nakar ger skaða á fasta startin, kemur viðkomandi undir endurgjaldsskyldu.
Sandavági, tann 09. juli 2015
Havnaumsjónarmaðurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald