
Við heimild í §6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við
seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi tann 14. maj 2018
samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu fyri sethúsaøkið við Olivarsveg og
Dagmarsgøtu í Miðvági soleiðis, at matr. nr. 128d, 190g og partur av matr. nr. 12c, 287, 295a
og litra ???am??? í Miðvági verða broytt til B5-øki: sethúsaøki - serstøk byggisamtykt.
Tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í
arbeiðstíðini frá mikudegnum tann 16. maj 2018 til hósdagin tann 06. juni 2018, báðir dagar
íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta
lagi mikudagin tann 27. juni 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald