JN

Kunngerð frá Vága kommunu

...

2017-06-14 10:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 12. juni 2017 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at ein partur av matr. nr. 104a, 292a, 326b og 252a Niðri á Tjørn í Miðvági verður broyttur til A2-øki serstøk byggisamtykt.

Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mikudegnum 14. juni 2017 til hósdagin 06. juli 2017 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juli 2017.

Vága býráð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder