JN

Kunnandi fundur um Vága gongufelag

...

2016-02-22 22:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gongufelagið í Vágum hevur ligið í dvala síðstu árini, men nú verður gongd sett á aftur og skipað verður fyri gongutúrum frá mars til september.

Týskvøldið 23 februar kl. 19, verður kunnandi fundur í Vága Listastovu um gongufelagið, og um hvørjir túrar vera á skránni. Somuleiðis fer Sidney Sindahl Olsen at greiða frá ymiskum túrum sum hann hevur gingið, hvussu man best fyrireikar seg at fara út í fjøllini at ganga og annar at vísa ein part av teimum nógvu myndunum hann hevur tikið á túrum sum hann hevur verið.

Kunnað verður um limaskapin í gongufelagnum og møguligt verður at tekna seg sum lim á staðnum. Kaffi/te og kaka verður í steðginum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder