2016-06-24 22:54
Tað var ein sera skelkandi hending, sum nýggi bóndin Frammi í Dal í Kollafirði fekk í dag, tá ið hann kom til Kollafjarðar við eini kúgv, sum hann hevði keypt úr Havnardali.
Tá ið kúgvin kom úr transportaranum gjørdist kon óð í høvdinum, hon legði á bóndan, slongdi hann langt upp í loft og fór so at traðka omaná manninum, sum lá mørbankaður í eini veit - Tíbetur kom fólk til hjálpar, tey sendu boð eftir løgregluni, sum kom skjótt á staðið, løgreglan skeyt kúnna.
Bóndin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við brotnum beini o.ø løstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald