Ein kanning hjá KT-felagnum vísir, at KT-fólk umboða 1% av samlaðu arbeiðsstyrkini í Føroyum, svarandi til gott 200 fólk. Í hinum norðanlondunum er tilsvarandi talið av KT-fólkum umleið 5%. Um Føroyar vilja vera á sama støði sum okkara grannalond, verður tørvur á 800 fólkum afturat í føroysku KT vinnuni komandi árini.
Her er eitt valynski frá KT-felagnum , fleiri valynski kunnu lesast her
Einvegin kann sigast, at føroyska KT-vinnan er ótrúliga effektiv, men hinvegin gevur lága talið av KT-fólki okkum eisini eina ábending um, at føroyska samfelagið er minni talgilt enn tað kundi verið. Ein lutfalsliga stórur partur av kunningartøkniligu virðisøkingini liggur uttanlands heldur enn í Føroyum, og vit skapa í alt ov lítlan mun loysnir, sum verða seldar uttanlands og brúktar í altjóða høpi.
Størv, sum áttu at verið í Føroyum, liggja sostatt uttanlands. Og førleikar sum kunnu styrkja føroyska samfelagið eru somuleiðis uttanlands. Uttan fólk ber ikki til hjá KT-vinnuni at styrkja siðbundnu vinnurnar, at gera tað almenna effektivari og vera við til at menna heilt nýggjar vørur, tænastur og vinnuvegir.
KT er ??? so ella so ??? partur av øllum nýggjum vørum og tænastum, og skulu vit gera okkum vónir um framhaldandi at vera í fremstu røð í eitt nú sjóvinnu og aling, er neyðugt at uppstiga evnini hjá okkum at gagnnýta og menna nýggja kunningartøkni.
Ofta verður haft á orði, at vit eru so fáment og at vit skulu ikki uppfinna djúpar tallerkar av nýggjum.
Veruleikin er, at nýskapan trívist best í smáum eindum og kunningartøkni snýr seg um nógvar smáar betringar heldur enn stór einsamøll nýbrot.
KT-verðin er nógv broytt seinastu fimtan árini. Við nýmótans menning kunnu forritarar í dag skjótt og effektivt menna brúkiligar loysnir, millum annað við at endurnýta bitar og partar av skipanum, sum onnur framman undan hava gjørt.
Stundin er komin hjá føroyingum at gagnnýta hetta. Lutfalsliga lítla støddin á Føroyum er í veruleikanum ein fyrimunur. Vit eru fim, flytfør og duga nógv ymiskt. Júst tað, sum tørvur er á í dagsins samfelag.
Nøkur átøk eiga at vera gjørd beinan vegin:
??tbúgving av KT-fólkum í Føroyum
Fyri tað fyrsta, eiga vit at útbúgva fleiri KT-fólk í Føroyum. Bæði KT-verkfrøðingar og onnur, sum kunnu verða við til at skapa KT-loysnir. Tað er av alstórum týdningi, at fólk útbúgva seg í samfelagnum og saman við fyritøkum og stovnum á staðnum, tí einans soleiðis fæst fult gagn av unga villskapinum.
Raðfesting av íløgum í KT-loysnir
Fyri tað næsta, eiga vit at seta nokk av peningi av til íløgur í nógvar smáar KT-verkætlanir, sum betra almennar tænastur og minka kostnaðin hjá tí almenna.
Frá undirveitara til høvuðsveitara
Fyri tað triðja, eiga vit at krevja, at allar KT-verkætlanir, sum verða goldnar av føroyska skattgjaldaranum, í høvuðsheitum skulu mennast og rekast í Føroyum. ??tlendskar fyritøkur kunnu eisini vera við, men føroyskar KT-fyritøkur skulu vera høvuðsveitarar, so førleikarnir verða mentir her.
Eins og fiskurin skal upp á land í Føroyum, oljuvirksemið um føroyskan keikant, er alneyðugt at menningin og raksturin av føroyskum KT-loysnum er í Føroyum.
Einans soleiðis tryggja vit okkum eina sterka føroyska KT-vinnu í framtíðini.
??lavur Ellefsen, formaður
KT-felagið
--
KT-felagið savnar allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.
Í KT-felagnum eru hesar fyritøkur: Elektron, Formula, Nema, Føroya TELE, Vodafone, Føroya Dátu Savn, Itec, KT-húsið, KT-FO, Tøkni, Knassar, E7, Synack og Dynateam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald