Vinna

KSS umvælir fýra skip hjá Faroe Origin

...

2017-02-03 00:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sáttmáli varð í gjár undirskrivaður, at Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) seinni í ár umvælir fýra av skipunum hjá Faroe Origin. Talan er bæði um 10 og 15 ára klassing

Tað eri skipini Heykur, Falkur, Stelkur og Bakur, sum skulu umvælast. Hini bæði skipini hjá Faroe Origin, Rókur og Lerkur, vórðu umvæld á Klaksvíkar Sleipistøð í 2015.
Uppgávan er at klassa skipini. Millum annað skulu allir høvuðs- og ljósmotorarnir yvirhálast, og botnsýn skal gerast. Ymiskt sandblásingar- og málaraarbeiði, mekaniskt arbeiði og el-arbeiði skal eisini gerast umborð.
KSS ger eitt skip í senn. Fyrstu skipini verða umvæld beint eftir páskir, meðan byrjað verður upp á tey seinnu um hálvan august. Væntandi tekur tað umleið tríggjar til fýra vikur at klassa hvørt skipið. Rankin fer á skift at partrola fyri tað skipið, ið er á beding.

Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, fegnast um, at hesin sáttmálin er komin í hús.

??? Vit eru sera glaðir fyri at hava fingið hendan sáttmálan. Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Faroe Origin, og vit eru fegnir um, at hetta samstarvið heldur fram, sigur Frimodt.

Hesin sáttmálin hevur eitt virði á fleiri milliónir, og tað gevur fyritøkuni ein sunnan grundrakstur.
KSS hevur nógv arbeiði í hesum árinum og heldur á at mennast.
??? Vit hava førleika til og gera alt umvælingararbeiði sjálvir saman við okkara samstarvspartnarum. Men hóast hetta arbeiði krevur nógv av okkum, so hava vit eisini tíð at røkja aðrar kundar, sum vit hava, og gera annað fyrifallandi arbeiði, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder