Vinna

KROSSAFELLI er nýggjur avlúsingarflakin hjá LUNA - myndir

...

2016-08-01 21:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinnapartin í dag kom nýggji sleipibáturin hjá Mest -SAMSON - við avlúsingarflakanum KROSSAFELLI uppá sleyp á Miðvág.

Tað er alifyritøkan LUNA, sum hevur latið nýggja avlúsingarflakan byggja hjá MEST í Havn, flakin hevur fingið navnið KROSSAFELLI, hann kostaði 30 milliónir at byggja.

Vit tosaðu við leiðaran hjá LUNA Boga Jacobsen, Bogi sigur, at teir hava stórar vónir til nýggja flakan. Bogi sigur viðari, at teir tað seinnu tíðina hava gjørt nógv fyri at betra um umstøðurnar hjá laksinum - LUNA hevur útbygt nógv á Fútakletti fyri at kunna hava smoltini longri í kørum á landi, nú eru tey flestu smoltini 500 gramm stór, áðrenn tey fara á sjógv, sostatt kunnu teir nú taka laksin, longu tá ið hann hevur verið 1 ár á sjónum, eisini er íløgan í ronkilsini ein munandi bati - Bogi sigur, at LUNA hevur sum málsetning at avlúsað fiskin uttan at brúka heilivág, tann málsetning roknar Bogi við at náa við nýggja avlúsingarflakanum.

Flakin er bygdur í tøttum samarbeiðið við alla serfrøði á økinum, flakin er 15x25 metrar til víddar t.v.s. 375 fermetrar.

Bogi sigur, at nú skal El-fyritøkan Thorfinn Nielsen gera ymiskt el-arbeiðið, áðrenn flakin verður klárur at taka í brúk - tað kemur helst at taka einar 14 dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder