Politikkur

Kritiskur vælferðarstrukturur

...

2021-06-17 11:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú stígur er komin í samráðingarnar og verkfall er, standa vit í einari truplari tvístøðu. Tað er á ongan hátt sømiligt, at politiski myndugleikin leggur seg upp í ósemjuna við lóggávu, tá so litið er frá liðið og so lítið er samráðst.

Vit hava - og eiga at hava - ein frælsan arbeiðsmarknað og verkfalsrætturin er ein ómissandi rættur. Higartil hevur politiska skipanin, sum útgangsstøði og gjøgnum drúgva siðvenju, hildið seg langt burtur frá ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.

Hesuferð er tó eitt sindur øðrvísi. Báðir partar brúka okkara veikastu sum jarnbrot, fyri at fáa hvønn annan at slaka, annar fyri at Pedagogfelagið skal geva undantøk til Almannaverkið og hin, fyri at fíggjarmálaráðið skal koma aftur til samráðingarborðið.

Í politikki verður ofta tosað um ???kritiskan infrastruktur???. Tað er eitt hugtak, sum fevnir um virksemi, sum er alneyðugt fyri at eitt samfelag kann virka. Talan er um orkuframleiðslu, matframleiðslu, vatnveiting, ferðslu, løgreglu, heilsuverk, telesamskifti og so framvegis.

Ein og hvør politisk skipan vil soleiðis tryggja sær, at uttan mun til hvat hendir, so verða hesar tænastur veittar til eina og hvørja tíð. Hetta viðurkennir mann er neyðugt fyri at eitt framkomið samfelag eisini kann virka um okkurt rakar partar av kritiskum veitingum.

Í einum vælferðarsamfelagi sum okkara, eiga vit sjálvandi eisini at hava eyðmerkt ein kritiskan vælferðarstruktur. Tað kann ikki vera rætt, at okkara veikastu skulu merkja sviðan av, at tveir partar á arbeiðsmarknaðinum ikki finna semju. Fleiri av teimum hava trupult við yvirhøvur at skilja, hvat tað er, sum gongur fyri seg.

Eg haldi avgjørt ikki, at tað er rætt at trekkja tenninar úr tí eina samráðingarpartinum, sum landsstýrið ger við hesi lóggávuni, men eg haldi meg skilja, hví tað verður gjørt. Tað verður helst gjørt, tí vit sum samfelag hava hugsað ov stutt. Vit hava ongantíð hugsað fram eftir og eyðmerkt okkara kritiska vælferðarstruktur. Landsstýrið ger helst tað, ið tað kann og ikki tað, ið tað átti.

Tá hetta stríðið er av, eigur ein kritiskur vælferðarstrukturur at vera hægst á politisku dagsskránni. Hesin skal eyðmerkja og tryggja nakrar grundleggjandi tænastur, fyri at okkara veikastu ikki aftur verða sum lús millum tvær negl, næstu ferð eitt stríð á arbeiðsmarknaðinum tekur seg upp.

BKP

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder