Politikkur

Kristina: Verandi fíggjarpolitikkur kann koyra landið á húsagang

...

2015-03-06 17:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag leggur Kristina Háfoss vegna Tjóðveldi fram uppskot á Løgtingi um, at fáa aðalorðaskifti um, hvussu vit best tryggja Føroyum ein fíggjarliga haldføran búskap.

Orsøkin er, at verandi fíggjarpolitikkur als ikki er fíggjarliga haldførur. Hvørki í dag og als ikki um vit hyggja nøkur ár fram í tíðina. Verður fíggjarpolitikkurin ikki broyttur, fara almennu Føroyar á húsagang yvir tíð. Tað er tí alneyðugt, at Løgtingið viðgerð hetta álvarsmál, og fær gjølla frágreiðing um støðuna, ið Løgtingið síðan eigur at hava aðalorðaskifti um. Hetta sum eitt fyrsta stig at broyta verandi fíggjarpolitikkin hjá samgonguni.

Sambært uppskotinum til samtyktar skal frágreiðingin í minsta lagi lýsa:

- Støðuna viðvíkjandi manglandi fíggjarligum haldføri í føroyska búskapinum, herundir hvussu langt verandi fíggjar- og búskaparpolitikkurin er frá, at verða fíggjarliga haldførur, hvørji átøk eru framd, ið hava styrkt fíggjarliga haldførið, og hvørji átøk eru framd, ið hava minkað fíggjarliga haldførið.

- Hvørji ítøkilig átøk skulu fremjast, fyri at tryggja Føroyum ein fíggjarliga haldføran fíggjar- og búskaparpolitikk og búskap nú og framyvir.

Vit hava samfelagið til láns frá undanfarnum og komandi ættarliðum. Tað hvílir tí ein stór ábyrgd á teimum, ið skulu taka avgerðir um, hvussu samfelagið skal skipast og stjórnast. Tað er tí eisini avgerandi neyðugt at førdi búskaparpolitikkurin verður tilrættislagdur og førdur soleiðis, at hesin eisini røkkur inn í framtíðina. Hetta fyri at vælferðarsamfelagið Føroyar skal vera veruleiki eisini fyri komandi ættarlið. Og hetta fyri, at vit skulu lata samfelagið víðari til komandi ættarlið í minst líka góðari støðu, sum vit fingu hetta til láns frá undanfarnum ættarliðum.

Í dag er støðan tíverri tann, at førdi politikkurin ikki røkkur inn í framtíðina. Førdur verður ein alt ov stuttskygdur politikkur, har tað tykist ómetaliga trupult at fáa framt átøk, ið røkka longur enn nøkur fá ár í framtíðina.

Enn mangla nógvar nýskipanir at verða framdar, samstundis sum nøkur fet eru tikin, ið gera tað truplari at varðveita vælferðarsamfelagið í framtíðini.

Samstundis ger forskattingin, at pensjónsskattainntøkurnar ikki koma at økjast so hvørt talið av pensjónistum økist, og harvið so hvørt tørvur verður á øktum inntøkum til vælferðartænastur til eldri. Tvørturímóti. Tað er tí heldur ikki uttan orsøk at flest øll lond vit samanbera okkum við, ikki hava valt hesa loysnina. Og tað er ikki uttan orsøk, at Búskaparráðið hevur víst á, í frágreiðing síni frá september 2013, staðfestið: ???Skatting av pensiónum við inngjaldi bøtir ikki fíggjarliga haldførið upp á longri sikt, men tað øvugta.???

Í búskaparfrágreiðingini frá september 2014 viðgerð Búskaparráðið eisini fíggjarliga haldførið í ávísan mun. Búskaparráðið staðfestir m.a. fylgjandi:

???Føroyska samfelagið fer komandi 25-35 árini at verða ávirkað av týðandi demografiskum (fólkatalsligum) broytingum. Broytingarnar fara at henda líðandi, og tær fara at hava líðandi, men stórar fíggjarligar avleiðingar. Broytingarnar fara við stórari vissu at fevna um eina leinging av lívsævini fyri bæði kvinnur og menn, meira enn eina tvífalding av talunum av yvir 80-ára gomlum, nærum tvífalding av talinum av yvir 70-ára gomlum, og sannlíkt munandi minking í talinum av fólki í arbeiðsførum og skattgjaldandi aldri (hetta ber sjálvsagt eisini við sær minking í talinum av fólki, sum skal rinda skatt av forskattaðari eftirlønaruppsparing).

Sostatt fara hesar broytingar at tyngja útreiðslusíðuna hjá almennu kassunum (m.a. útreiðslukrøvini til heilsu- og almannamál), samstundis sum tær fáa óhepnar avleiðingar fyri inntøkusíðuna hjá tí almenna (tvs. minkandi skattainntøkur).???

Víðari vísir Búskaparráðið á: ???Er tað tungt í búskaparligum uppgongutíðum at fáa tamarhald á skuldarvøkstrinum hjá tí almenna vegna framhaldandi hall á almennu kassunum (strukturelt hall), so fara hesar demografisku broytingarnar at tyngja enn meira. Broytingarnar fara sostatt at seta stórar avbjóðingar til eina fíggjarstýring hjá tí almenna, ið skal forða fyri at tamarhaldið verður mist á vælferðini og almenna skuldarvøkstrinum.???

Í dag kemur Búskaparráðið við nýggjari búskaparfrágreiðing, ið fer at leggja serligan dent á fíggjarliga haldførið hjá almenna geiranum í Føroyum. Væntandi fer henda at greina nærri tær ávaringar um manglandi haldføri, ið Búskaparráðið hevur víst á í undanfarnum frágreiðingum.

Vit skylda bæði undanfarnum, núverandi og komandi ættarliðum at fremja ein politikk, ið tryggjar fólkinum, ið her býr og fer at búgva, eitt trygt og gott vælferðarsamfelag í menning, og grundað á støðugan og fíggjarliga haldbæran búskap. So er ikki við førda politikkinum í dag.

Uppskotið til samtyktar frá Tjóðveldi, kann leggja lunnar undir nýggjari og haldførari kós í fíggjar- og búskaparpolitikkinum ??? til frama fyri núverandi og komandi ættarlið ??? og til frama fyri einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi, landi og fólki.

Á Løgtingi, 6. mars 2015

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder