Mentan

Kristina Skoubo Bærendsen í Aarhus

...

2016-06-06 11:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hesum døgum er sangarindan Kristina Skoubo Bærendsen á einari stuttari konsertferð í Danmark og hóskvøldið kl. 19.30 fer hon at hava konsert í Áarstovu í Aarhus.

25 ára gamla Kristina Skoubo Bærendsen er dóttir fyrsta countrysangaran í landinum, Alex Bærendsen. Sum 18 ára gomul fór hon at syngja kór hjá nýggja føroyska countrynavninum, Halli Joensen úr Klaksvík. Í 2012 gav Kristina út fyrstu fløguna í egnum navni "Kristina". Tvey ár seinni, fyri jól í 2014, gav Kristina út aðru solofløguna "Nothing's here to stay". Báðar útgávurnar eru metsølufløgur og allastaðni, har Kristina syngur, fær hon framúr ummæli.

Saman við sær hevur hon rættuliga stóran bólk. Umframt tríggjar danir, sum spæla trummir, bass og guitar, so hevur hon tikið Finn Hansen við á keyboard og tríggjar blásarar. Hesir eru ??lavur Olsen á flugelhorn, Johan Hentze á trompet og Mortan Zachariassen á saksofon.

Á heimasíðuni hjá Áarstovu sæst at lesa, at einans 60 atgongumerki fáast í forsølu. Hesi fáast við at gjaldavið Mobilepay á 5171 1483 og viðmerkja ???Kristina" ella bankaflyting við at senda sms til 5171 1483, har kontonr. síðan verður útflýggjað.

Atgongumerki kosta 100 kr. fyri limir og 150 kr. fyri onnur.

Tað skal sigast, at atgongumerki verða ikki seld við dyrnar

Í summar verður eisini møguleiki at hoyra Christinu, tá hon skal Christina spæla á Summarfestivalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder