§52a fyrispuringur til
Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum,
um at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg
1. Hví kom landsstýrismaðurin í figgjarmálum ikki beinanvegin í Løgtingið við eykajáttan til Heilsumálaráðið, tá tað gjørdist greitt, at neyðugt verður við 10,3 mió. kr. eyka til at rinda rokning, ið Heilsumálaráðið skal rinda sambært dómsúrskurði?
2. Heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í heilsumálum rindar hesar 10,3 mió. kr. av játtanini til serviðgerð uttanlands, hóast landsstýrismaðurin hevur upplýst, at játtanin á fíggjarlógini ikki røkkur til hesa serstøku rokning, umframt vanliga virksemið til serviðgerð uttanlands?
3. Er hesin framferðarháttur ikki við til at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg?
4. Er hetta í samsvari við játtanarlóg og stýrisskipanarlóg?
5. Hví umhugsar landsstýrið at fáa eykajáttan við fíggjarnevndarskjali, tá Løgtingið er saman og hevur fleiri tingfundir í vikuni?
6. Nær kann væntast at landsstýrið kemur við umbøn um eykajáttan til serviðgerð uttanlands, og hvussu stór væntast henda eykajáttan at verða?
Viðmerkingar
Tað undrar stórliga, at landsstýrið ikki er komið í Løgtingið við umbøn um eykajáttan til at rinda rokning á 10,3 mió. kr., ið eru álagdar Heilsumálaráðnum at rinda í rættinum herfyri.
Løgtingið hevur 4 tingfundir hesa vikuna, og tí hevur verið rúm tíð at viðgera eina eykajáttan frá Landsstýrinum.
Í staðin hevur í fjølmiðlunum verið at frætt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlaði at koma í Løgtingsins Fíggjarnevnd við umbøn um fíggjarnevndarskjal. Hetta undrar eisini stórliga. Tí Fíggjarnevndin játtar bert átroðkandi eykajáttanir umvegis fíggjarnevndarskjal, tá Løgtingið ikki er saman, og tá Løgtingið ikki hevur møguleika fyri skjótt at avgreiða eina átroðkandi eykajáttan. Hetta er ikki støðan í løtuni.
Nú frættist so, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur noktað landsstýrismanninum í heilsumálum at koma í Fíggjarnevndina við fíggjarnevndarskjali. Í staðin skal landsstýrismaðurin rinda peningin av eini játtan til serviðgerð uttanlands, hóast landsstýrið veit, at játtanin harvið ikki fer at røkka til endamál sítt samsvarandi fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin í heilsumálum upplýsir enntá sjálvur alment, at hann rindar av eini játtan á fíggjarlógini, har tað als ikki er nóg mikið av peningi á til bæði verandi virksemi og til hesa rokning á 10,3 mió. kr. Um landsstýrið velur henda leistin, fyri síðan einaferð seinni í ár at koma við umbøn um eykajáttan ??? leingi eftir at peningurin er nýttur ??? gerst Løgtingið til eitt ???stempulkontór???, ið onga veruliga ávirkan fær á játtanina.
Henda framferð setir tí eisini av álvara spurnartekin við, hvørt landsstýrið í hesum føri arbeiðir í samsvari við Játtanarlógina og Stýrisskipanarlógina, ið báðar áseta, at ongin útreiðsla má rindast uttan at játtan er til hesa áðrenn. Í Stýrisskipanarlógini verður í § 43, stk. 2 ásett: ???Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.??? Og í Játtanarlógini verður í §1 ásett: ???Eingin útreiðsla má verða rindað og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan???.
Í hesum førinum verður ein útreiðsla rindað, hóast landsstýrið veit, at játtanin ikki gevur rúm fyri hesum, og hóast góðir møguleikar eru fyri, at Løgtingið kann veita eina eykajáttan beinanvegin.
Hetta kann ikki vera rætt. Tí hesin framferðarháttur er við til at máa grundarlagið undan bæði fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg.
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 27. mars 2015
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald