2015-01-18 05:10
KÍF og Dráttur hava í kvøld spælt semifinalu í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum. JN.fo hitti eftir dystin Kristinu Mouritsen frá Drátti.
Myndir og meira um dystin, kann síggjast her.
Vit spurdu hana hvat tað var, sum gjørdi at tær vunnu í dag.
- Tað er at vit hava tað mentala yvirtakið heilt sikkur. Alt hjá okkum koyrdi, sum tað skuldi, tó so gera vit onkrar feilir av og á. Eg føldi tað eisini so, at vit vildu tað meira enn KÍF í dag.
Hvat var tað, sum gjørdi at tit taptu 3. sett?
- 3. sett í flogbólti er altíð tað ringasta at vinna. Vit vóru kanska eitt sindur ov spentar, og hugsa ikki um spælið í 3. setti.
Les eisini: Ruth: Í ár skuldi tað verða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald