Politikkur

Kristin er í løtuni ikki borgarstjóri

...

2017-11-15 16:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á býráðsfundinum 13. november 2017 boðaði Kristin Michelsen frá, at hann fer í feriu í dag 15. november 2017, og at varaborgarstjórin Anita Vibergsdóttir røkir borgarstjóra-starvið á Tvøroyri ímeðan hann er í feriu.

Hesa býráðssetuna er Anita Vibergsdóttir varaborgarstjóri, forkvinna í mentanarnevndini, umframt at hon er limur í fíggjarnevndini, vinnu- og havnanevndini og sosialu nevnd.

Hetta er fyrstu ferð, at Anita Vibergsdóttir røkir starvið sum borgarstjóri. Anita bleiv fyrstu ferð vald í Tvøroyrar býráð í 2012

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder