Ítróttur

Kristian Johansen nevndarsess í EHF

...

2016-11-17 16:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað eydnaðist í dag, at fáa Kristian Johansen valdan til varaforseta í EHF Court of Handball. EHF Congress er í hesum døgum í St. Wolfgang í Eysturríki og er hetta fyrstu ferð, at Føroyar hevur umboðan í nevnd hjá Evropesika Hondbóltssambandinum. Kristian er fyrrverandi starvsnevndarformaður í HSF, hevur verið altjóða dómara og er enn altjóða eygleiðari hjá EHF.

EHF Court of Handball er nevndin, sum viðgerð agabrot og ásetur møguligar sanktiónir. Nevndin telur 9 limir, ein forseta, tveir varaforsetar og seks nevndarlimir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder