2015-09-26 04:14
07vestur.fo skrivar: Málverji okkara í ár, Kristian Joensen, hevur valt at taka av einum tilboð um spæl í EFFO-deildini komandi ár, og hevur skrivað undir sáttmála við KÍ. 07 Vestur takkar fyri tíðina og vit ynskja Kristiani góða eyðnu í nýggja felagnum.
Kristian Joensen kom til 07 Vestur, á øðrum sinni, í marts í ár, beint fyri at flytingarvindeyga lukkaði. Hann spældi fyrsta dystin í 3. umfarið í 4-1 sigrinum móti júst KÍ. Tilsamans eru tað blivnir 22 dystir - tann seinast móti AB á Argjum í 25. umfarið, har hann fekk reytt og karantenu tvey tey síðstu umførini.
Í 07 Vestur hava vit verið sera fegin um tíðina Kristian hevur verið her vesturi, og vit ynskja honum góða eyðnu og blíðan byrð í nýggju uppgávuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald