Ítróttur

Krista Mørkøre við til Paralympisku leikirnar í Rio

...

2016-04-20 18:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í eina tíð hava vit hildið ondini meðan bíðað hevur verið eftir boðum um parasvimjarin Krista Mørkøre hevur svomið nóg skjótt at vinna sær luttøku á Paralympisku leikunum í Rio sum verða í døgunum 7. - 18. septembur.

Krista hevur fyri langari tíð kvalifiserað seg til Evropeiska Meistaraskapið fyri parasvimjarar sum verður í Funchal á oynni Madeira 30. apríl ??? 7 mai, og í gjár fekk hon boð um at hon eisini hevur vunnið sær pláss á Paralympisku leikunum.

Av tí at ÍSB er fullgyldugur limur, og var við til at stovna IPC, svimja føroyskir parasvimjarar altíð undir Merkinum.

Krista hevur seinasta árið svomið við svimjifelagnum ??gir, men hevur pápi hennara, Torkil Mørkøre eisini verið venjari og hollur stuðul hjá henni seinastu árini.

Í 2015 og 2016 hevur Krista fingið stuðul úr ??rvali, og hevur hetta saman við stuðli frá m.a. ÍSB og privatum fyritøkum verið viðvirkandi til at Krista hevur kunnað luttikið í neyðugu kappingunum og venjingarlegunum, ið skulu til fyri at sleppa at kappast millum tey fremstu í heiminum.

Krista fekk í 2007 ein svull í heilan, ið ger at hon hevur lammilsi í høgru síðu av andlitinum og hevur ataxi (rørslur) í høgra armi og beini.
Parasvimjarar verða kannaðir í umfatandi viðurkendari læknakanning hjá IPC, og klassifiseraðir í ymiskar klassar alt eftir hvussu stóra ávirkan brek teirra hevur á motoriska førleikan at gera ítrótt teirra. Hetta verður gjørt fyri at tryggja rættvísa kapping.

Krista er klassifiserað í sterkastu bólkunum ávikavist í firvald, bringu, rygg og frísvimjing.

Hetta merkir at hon svimur saman við teimum skótastu parasvimjarunum.

Í Rio sleppur Krista at svimja 50m, 100m og 400m frísvimjing.

ÍSB ynskir Kristu hjartaliga tillukku við luttøkuni, og bestu eydnu við fyrireikingunum til bæði Evropeisku og Paralympisku leikirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder