Í døgunum 13 - 19 juli verður HM í IPC svimjing í Glasgow.
580 svimjarar, úr 70 londum luttaka í stóru heimsmeistarkappingini.
16 ára gamla Krista Mørkøre úr Klaksvík, skal fyri fyrstu ferð royna seg til HM, sum er størsta kappingin undan paralympisku leikunum sum verða í RIO í September 2016.
Hon luttekur í fimm kappingum, í bólkinum S10 og SB9, sum eru sterkastu bólkarnir fyri tey ið hava rørðslutarn.
Higartil í ár hevur Krista svomið í DM og German open.
Kappingarnar hava gingi væl, og hon hevur sett persónlig met í øllum kappingunum.
Hetta hevur givið henni atgongd til HM.
Nógvar spennandi avbjóðingar standa fyri framman.
Krista skal m.a. á 10 daga langa venjingarlegu, í august, har hon fer at venja undir olymiskum venjarum.
Eftir hetta verður tað Nordisk Mesterskab í Bergen í oktober.
Størsta máli hjá Kristu eru paralymisku leikirnir í Rio 2016, men áðrenn hetta verður EM í portugal sum er seinasta stóra kappingin undan PL.
ÍSB ynskir Kristu bestu eydnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald