Politikkur

Kringvarpsstjórin verjir ósakligan tíðindaflutning

...

2015-08-28 12:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undirritaði hevur ongantíð havt nakrar ætlanir um at gera seg inn á redaksjonella frælsi hjá Kringvarp Føroya.

Eg havi, eins og øll onnur, krav uppá, at Kringvarp Føroya, er sakligt og ikki manipulerar, sum gjørt var í sendingini Valmagasinið.

Týdningurin av tí, sum eg segði á valfundinum í Runavín var snaraður 180 stig. Tað kann ein og hvør síggja. Hesum fyriheldur kringvarpsstjórin seg ikki til.

Hvørki Jan Lamhauge ella kringvarpsstjórin hava skilt ella lurta eftir, hvussu loyvisskipanin hongur saman. Teir hava eisini misskilt útsøgnina hjá Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum.

Fiskivinnan er bygd á eina loyvisskipan, har egin kvotapartur og egnir fiskidagar, hava somu gildistíð sum loyvini. Tað kann ein landsstýrismaður ikki broyta.

Hettar er bulurin í lógini. Eg havi einki nýtt loyvi útskrivað og ikki broytt lutfallið í kvotapørtunum ella døgunum.

Hetta svarar til 85-90% av samlaðu rættindunum hjá Føroyum. Restina, 10-15% (ikki milliardavirði), har meginparturin er økt makrelkvota, havi eg skipað ørðvísi. Tað liggur nú í einari fastari legu.

Tað vil við ørðum orðum siga, at 85-90% av øllum rættindunum, hava ligið í einari fastari legu, síðan lógin kom í gildi fyri meira enn 20 árum síðan.

Hesum havi eg greitt frá í Degi og Viku, tann 5. apríl 2013.

Niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum havi eg viðgjørt fleiri ferðir í sjónvarpinum. Umboðsmaðurin segðiikki, at tað ikki vóru saklig og vikomandi atlit, sum lógu til grund fyri makrelbýtinum í 2012. Hetta bleiv staðfest fleiri ferðir í tíma longu sjónvarpssamrøðuni við Jón Brian.

Omanfyri nevndu mál havi eg umrøtt fleiri ferir í sjónvarpinum, og komin við rættleiðingum, men Kringvarp Føroya tekur ikki hesar rættleiðingar til eftirtektar, men heldur áfram at borðreiða við ósannindum.

Tey sum eru knýtt at fiskivinnuni vita hvussu skipanin hongur saman. Tíverri fær Føroya fólk eina skeiva fatan, orsaka av ósakligum tíðindaflutningi frá Kringvarpi Føroya.

Jacob Vestergaard???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder