Mentan

Kringvarpssavnið og rættindi

...

2015-05-11 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

-Hvør hevur upphavsrættin til eina tónleikaframførslu, sum Kringvarp Føroya hevur tikið upp ??? yrkjarin, lagsmiðurin ella tónleikararnir?

-Hvussu er við rættindunum hjá leikarum, sum hava ???spælt??? í einum útvarpsleiki? Rithøvundum, týðarum og teimum sum hava lisið. Og hvussu kunnu vit endurnýta tilfarið.

Spurningarnir eru mangir og teir gerast meira og meira aktuellir, nú stóra og fjølbroytta savnið hjá Kringvarpi Føroya verður talgildað, skrásett og kanska endurnýtt á heimasíðuni ella á øðrum pallum hjá Kringvarpinum einaferð í framtíðini.

Tí skipa SavnsGull og Kringvarpið fyrialmennum evnisdegi um upphavsrætt. Tiltakið verður hildið í Norðurlandahúsinum tann 15. mai klokkan 13 til 16 og er ókeykis.

Fyri at lýsa evnið á einum breiðum grundarlagi erutríggir fyrilestrar á skránni.

Torkil V. Rassmusen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum,greiðir yvirskipað frá føroysku lóggávuni um upphavsrætt. M.a.: -Hvat tað vil siga at hava rættindi? Um rættarstøðuna í starvssetanum og lógarásetingar um Kringvarp Føroya.

Deildarleiðari í DR, Annette Hoffmann Pedersen, greiðir frá kollektivum avtalum um rættindi til savnstilfarið hjá DR. Somuleiðis greiðir hon frá, hví rættindi forða fyri, at tilfar í DR kann verða endurnýtt.

Mikael Waldorff, ráðgevi hjá rættindahavarum, greiðir frá sjónarmiði hjá rættindahavarum og hvussu avtalur verða gjørdar á økinum.

Eftir fyrilestrarnar ber til at seta spurningar. Átakið endar viðorðaskifti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder