2013-10-01 19:22
Nýggja nevndin í TSF hevði fund í gjár, og á skránni var m.a. Kring Føroyar 2014. Ruturnar eru klárar og dagarnir nær kappingin verður, er eisini klárt.
Vit fara tí leypandi at kunna tykkum um kappingina, men fyrst og fremst verður her kunnað nær kappingin verður.
Vit fara í komandi ár aftur yvir til eina 5 daga kapping, og vit fara, í kilometrum, at liggja á einum stað millum 4 og 500 km. Unglingar, kvinnur og motiónistar koyra tó ein styttri tein, uml. 250 km.
Kring Føroyar 2014 verður í døgunum frá mikudegnum 23. til sunnudagin 27. juli.
Etapurnar:
Landavegsúkkling, Vágarnar - Borðoy
Landavegsúkkling, Eysturoy - Sornfelli
Einkultstartur, Sandoyggin
Landavegsúkkling, Suðuroy
Landavegsúkkling, Streymoy
Skrivar tsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald