2017-03-03 18:26
2016 gekk væl hjá lýsingar- og samskiftisfyritøkuni KREA. ??rslitið varð eitt yvirskot á 545.000 krónur eftir skatt.
Virksemið hjá KREA er vaksið nógv seinastu tvey árini, og hetta sæst eisini aftur í tølunum, har umsetningur, úrslit og starvsfólkatal er fýrfaldað. Gongdin er vend uppá stutta tíð, og kemst hetta bæði av, at felagið bjóðar fleiri og fjølbroyttari tænastur, og at felagið hevur megnað at fingið størri marknaðarpart.
- Vit hava fleiri sera dugnalig fólk í starvi og hava ætlanir um framhaldandi vøkstur, sigur Reimund Langgaard, stjóri, sum fegnast um úrslitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald