Vinna

KREA hevur framleitt eitt nýtt intranet

...

2017-04-27 11:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Starvsfólkini á KREA hava brotið burtur úr nýggjum og framleitt eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, eisini kallað innannet. Við intranetinum verða starvsfólk í fyritøkuni/stovninum knýtt saman, og bæði leiðsla og starvsfólk kunnu lætt samskifta sínámillum.

Tað eru nógv amboð í intranetinum. Millum annað ber til at fáa yvirlit, skráseta, raðfesta og flyta uppgávur, at kunna, senda boð, kjatta, finna skjøl, bíleggja fundarhøli og nógv annað. Í mun til nógv onnur intranet, eru eisini amboð til verkætlanarstýring og kundauppfylging.

Intranetið riggar bæði á teldu, teldli og telefon, og tað er einfalt og lætt at finna og fáa atgongd til týdningarmikil skjøl, og annars nýta øll tey sera hentu amboðini, bæði um ein er á skrivstovuni, úti í arbeiðsørindum, heima við hús ella uttanlands.

Intranetið er sera vælegnað til smærri og miðalstórar fyritøkur, kommunur, stovnar, skúlar og nógv onnur. Intranetið er stutt sagt eitt gott og hent amboð at lætta um arbeiðsgongdir, at heinta og finna skjøl og annars at samskifta innanhýsis í fyritøkuni.

Intranetið er ment yvir longri tíð, og nú er tað klárt til at taka í nýtslu. Tey, ið ogna sær intranetið, fáa, frá fyrsta degi, eina rúgvu av sera góðum og hentum amboðum at nýta.
Harafturat verður skipanin tillagað til serstakan tørv og ynskir hjá einstøku kundunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder