Vit liggja í Loynikrókinum.
Her bleiv veiðubann í fjør fyri krabbabátum sum hava ligið her sístu árini. Normenn og Russar blivu einigir um at stoppa fiskarínum her av tí at krabbi er defineraður eins og olja og ikki sum ein fiskur ella rækja (underground specis), tí hava teir lov at nokta fiskarí her hóast tað er uttanfyri 200 sm. Jú jú tað passar krabbi = olja :)
Hesi skip hava mist eina rúgvu av rúsum, ella teir bara eru farnir inn uttan at draga veit eg ikki. So her standa i 10.000 tals rúsum og spøkilsisfiska
Hetta er dagligdagurin hjá okkum rækjuskipum sum liggja her, fáa eina rúgvu av rúsum í fullar av krabbum sum standa og spøkilsisfiska, og skræða okkara trol.
Hetta líkjist svartasta ongum at Norsku ella Russisku mynduleikarnir ikki taka ábyrd av hesum og senda ein krabbabát út at dreggja og taka tær upp, og tað hevði enntá verið við stórum yvirskoti. Hetta sum Miljø er ovast á dagsskránni hjá teimum , men nokk bara á pappírinum.
Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald