Vinna

Krabbaskipið Fríðborg hevur verið á Bill Bailey Bank

...

2015-12-05 17:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggja krabbaskipið FR??ÐBORG hevur verið á Bill Bailey Bank í nakrar dagar, har teir hava trolað eftir krabba, fyri at kunna royndarkoyra allar tær nýggju maskinurnar, sum eru á fabrikkini.

Fríðborg fór út mánadagin, teir koma aftur á Havnina nú á middegi.

JN.fo ringdi umborð, fyri at vita hvussu alt riggaði - skiparin Rógvi á Lava Olsen, segði, at onkrar innstillingar skulu til og okkurt skal broytast, áðrenn teir leggja leiðina til Grønlands, har teir skulu royndarfiska eftir krabba, sum er við í nýggju fiskivinnuavtaluni við grønlendingar - kvotan gevur føroyingum rætt til at fiska 500 tons av krabba - sum er royndarveiða. 

Hóast veðrið hevur verið sera ólagaligt hesa vikuna, so fingu teir eitt sindur av krabba á Bill Bailey Bank hesar dagarnar. 

Tað eru tveir skiparar, sum koma at skiftast umborð á Fríðborg, teir eru: Rógvi á Lava Olsen og John Bergur Park.

Væntandi verður klárt at fara til Grønlands millum jól og nýggjár.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder