Fólkaflokkurin vil, at allur kostnaður av barnaansing skal rindast beinleiðis til foreldrini. Í Tórshavnar Kommunu kostar ansingin í miðal 167.872 kr.*) hjá eini familju við einum vøggustovubarni og einum barnagarðsbarni.
Samfelagið eigur at tilaga seg nýggju tíðunum, har arbeiðstíðirnar ikki bara eru frá 8 til 17. Tey, ið arbeiða skeivar tíðir, mugu eisini fáa møguleika til barnaansing.
Hetta skal gerast soleiðis, at allur kostnaður av barnaansing skal rindast beinleiðis til foreldrini, so tey sjálvi kunnu velja at gjalda fyri vøggustovu- og barnagarðspláss ella aðra ansing.
Peningurin er har - og Fólkaflokkurin vil bara geva foreldrunum frælsi at velja.
Og tá Fólkaflokkurin sigur tað - so meina vit tað!
Fólkaflokkurin
*) Dømi: Ein barnafamilja við tveimum børnum, har annað er vøggustovubarn og hitt barnagarðsbarn. Foreldragjaldið, sum tey sjálvi gjalda í dag íroknað systkinaavsláttur er tilsamans 37.150, kr. um árið, meðan Tórshavnar Kommuna rindar í miðal 65.361 kr. fyri hvørt barnið. Hetta gevur tilsamans 167.872,- sum barnaansingin kostar fyri tvey børn.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald